Ársins summar retreat í Elduvík

Ársins summar retreat í Elduvík



31 Jul 09:30 - 04 Aug 14:00 - Elduvík
Elduvík

Route

RETREAT 2018 ER FULLTEKNAÐ - MØGULIGA VERÐUR SKIPAÐ FYRI EINUM EYKA RETREATI !!

So er árliga retreatið skipað, og eftir ynski hava vit longt tað við einum heilum degi. Tað merkir at tit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti.

Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing, við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæra. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru.

Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.



Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er ’først til mølle’ galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá depositum à 1000 kr. er goldið. Sendið tó fyrst eina tilmelding.

RETREAT 2018 ER FULLTEKNAÐ - MØGULIGA VERÐUR SKIPAÐ FYRI EINUM EYKA RETREATIÐ !

GG! Avmarkað pláss.

RETREAT 2018 ER FULLTEKNAÐ - MØGULIGA VERÐUR SKIPAÐ FYRI EINUM EYKA RETREATI !!

TÚ ERT VÆLKOMIN AT SENDA OKKUM EIN FYRISPURNING.

Undirvísari: Henrik Krag
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Staður: Elduvík



© 2018 Siguez