Onboarding - Ver vælkomin umborð

Onboarding - Ver vælkomin umborð



25 Sep 13:00 - 16:00 - Tórshavn
Smæran

Route

Besta mynstranin á nýggja arbeiðsplássinum er alneyðug, um nýggja starvsfólkið skal støðast væl.

Týsdagin 25. septembur bjóðar bituff til sítt fyrsta Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, hesaferð um Onboarding.

Fyritøkur brúka hópin av orku í setanartilgongdini – men, hvussu tá starvið er sett? Ofta verður góða byrjanin ella mynstringin ikki raðfest nóg ovaliga. Nógvar góðar orsøkir kunnu vera til tess, men tað loysir seg at kýta seg, so nýggja starvsfólkið fær eina góða mynstring.

Í grannalondum vísa hagtøl, at 25% av øllum starvsfólkum siga upp innan eitt ár. Kapping er um bestu starvsfólkini, og minni skal til, fyri at fólk søkja nýggjar leiðir. Tá mynstringin ikki er nóg góð, dalar motivatiónin og starvsfólkið er sera vónbrotið, tá tað sigur upp. Hvørja ferð kostar tað fyritøkuni ein hóp av orku og peningi, umframt at tað frættist, at fyritøkan ikki tekur hond um nýggj starvsfólk.



So, hvørji ráð eru til at taka? Hvussu gerst mynstringin umborð á fyritøkuna góð?

Fyrilestrahaldararnir eru Marjun Eystberg, sum hevur drúgvar royndir sum HR-leiðari, er Master í leiðslu og eigari av fyritøkuni Input og Bergtóra Høgnadóttir, sum er HR-leiðari og hevur arbeitt við góðu mynstringini ella onboarding, sum tað eisini verður nevnt, í sambandi við sína Master í positivari sálarfrøði.

Tilsamans hava tær hópin av vitan, dømum og royndum um, hvat skal til, fyri at skapa bestu mynstringina.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evni, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Smæruni í Tórshavn týsdagin 25. septembur kl. 13-16.



© 2018 Siguez